Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Í næstum byrjar arbeiðið at útstykkja ídnaðarøkið Undir Hamri, men áðrenn tað kann byrja, skal merkta økið vera ruddað.

Tí verður heitt á eigarar av bátum og øðrum lutum, sum standa á merkta økinum við bátahylin í Borðoyavík, um at flyta teir av økinum aðren 31. juli. Lutir, sum framvegis eru á økinum eftir 31. juli 2019, verða burturbeindir fyri eigarans rokning.

Tað er J & K Petersen sum fer at útstykkja teir 15.000 fermetrarnar fyri Klaksvíkar kommunu, umframt eisini at tilgerða umstøðurnar kring bátahylin og í mun til ljós-, parkerings- og ferðsluviðurskifti. Arbeiðið vantast at byrja 1. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo