At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Krutl

Familjan Lindemann í Balling í Miðjútlandi noyðist at skjóta ein hvítan píl eftir túrinum, tey høvdu ætlað sær til Føroya. Tey høvdu lovað at vitja handilin sum hevði selt mest av borðspælinum, tey hava uppfunnið, men klára ikki at skaffa fígging.

Tey ætlaðu at brúka nýggja sonevnda crowdfunding háttin til at samla tær 28.000 krónurnar, tey skuldu brúka, men inn komu bara 5.000 krónur, so nú verður túrurin av ongum, skrivar Skive Folkeblad.

Spælið, tey hava uppfunnið, og sum hevur verið til sølu í hálvtannað ár, eitur "Skæg og Skøre Briller", og tey lovaðu altso at troppa upp í tí handlinum sum hevði selt flest spøl og har gera ein "happening".

Men tey høvdu neyvan roknað við, at tað var ein handil í Føroyum sum hevði selt flest spøl, og tí bleiv túrurin eitt sindur longri og dýrari enn tey høvdu ætlað.

Sum skilst er tað antin Alfa Bókhandil í Klaksvík ella Bókabúðin í Saltangará sum hava verið raskast at selja "Skæg og Skøre Briller" men sum tó kortini onga vitjan fáa frá Lindemann familjuni - fyribils í hvussu so er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo