Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Tiltøk

Borgarafundur verður í skúlanum í Kaldbak í dag frá kl. 17.00. Á skránni er kunning um ætlaðu havnaútbyggingina á Sundi.

Tunnilsfeløgini vendu sær fyri tíð síðan til Tórshavnar havn um móttøku av gróti frá Eysturoyartunlinum. Samlaða nøgdin av tilfari, sum kemur út á Hvítanesi, er umleið 570.000 m3 í innbygdum máti.

Ein møguleiki, sum varð nevndur, var at brúka grótið til víðkanina av Eystaru bryggju, men hetta er neyvan nøkur góð loysn, um grótið skal koyrast. Hetta viðførir nógvan ampa bæði á vegunum og á havnalagnum.

Annar møguleikin var at sigla grótið, men hetta var heldur ikki ein løtt og bílig loysn, tí so skuldi grótið koyrast inn á bryggjuna á Sundi, ella mátti ein arbeiðskai gerast nær við munnan á Hvítanesi. Hartil kom, at tað er ikki ein góð farleið at sigla frá Hvítanesi til Tórshavn, har tað kann vera óslætt at sigla um veturin.

Triðji møguleikin var at koyra grótið niðan á Sund, og fylla tað út á sjógv eystan fyri verðandi bryggju á Sundi. Og tað er hesin møguleikin, sum nú er samtyktur.

Um fylt verður upp eystan fyri bryggjuna á Sundi, verður hetta til eitt umleið 50.000 m2 stórt øki. Ein stórur partur av tilfarinum verður fylt út á sjógv, har teir fyrstu 250 m av lendinum á landi er ogn hjá Tórshavnar kommunu, meðan teir eystastu 150 m hoyra til Sundshaga uttari partur.

Av tí at tað kann vera ókyrt inni á Sundi, er neyðugt at verja útfyllingina við stórum gróti. Tá økið er liðugt, kann hetta brúkast sum ídnaðarøki til fyritøkur, sum hava tørv á at liggja nær við sjógv og bryggjukant.

Treytirnar frá Eysturoyartunnlinum vóru, at tað var móttakarin, sum rindaði fyri flutningin av grótinum frá tunnilsmunnanum, og fyri móttøku har sum grótið verður lagt. Kommunan vildi taka ímóti grótinum, men ikki gjalda fyri flutning.

Tá endaligu tilboðini uppá tunnilin vóru innkomin varð endaligi prísurin fyri flutning av grótinum eisini kendur.

Tann samlaða nøgdin av tilfari er nú millum 320 – og 377.000 m3 í føstum máti. Aftan á samráðingar við Eysturoyartunnilin verður mett, at kostnaðurin fyri arbeiðið, uttan leiðingar, installatiónir og asfaltering, er 13,5 mió fyri alt økið, sum verður umleið 50.000 m2 til víddar.

Loyvi er fingið frá friðingarnevndini og Umhvørvisstovuni til útfyllingina. Ein stórur partur av tilfarinum verður fylt út á sjógv,umleið 400 m eystur frá verandi havnaøki á Sundi har teir fyrstu 250 m av lendinum á landi er ogn hjá Tórshavnar kommunu, sum eigur eina 100 m breiða ál fram við sjóvarmálanum, meðan teir eystastu 150 m hoyra til Sundshaga uttari partur.

Um arbeiðið skal setast í verk, so var neyðugt at víðka byggisamtyktina fyri havnaøkið á Sundi, til eisini at umfata tað uppfylta økið. Havnarmeistarin mælti tí til at taka ímóti grótinum og fylla upp eystan fyri verandi bryggju á Sundi, og at víðka byggisamtyktina fyri havnarøkið á Sundi til eisini at umfata tað útfylta økið.

Samstundis varð mælt til at keypa eina 100 m breiða ál av teimum eystastu 150 metrunum, sum hoyra til Sundshaga uttari partur, og at játta 13,5 mió. til tað samlaða projektið, at fíggja av íløgukarminum hjá Tórshavnar havn fyri 2017, 2018 og 2019. Málið hevur verið fyri í bæði vinnunevndini og fíggjarnevndini og varð einmælt samtykt av býráðnum fyrst í desember.

Í dag kl 17 verður ætlanin løgd fram til kunningar í skúlanum í Kaldbak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo