Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Borgarafundur verður í Nólsoy fríggjakvøldið um ferðasambandið til Nólsoyar.

Á fundinum fer stjórin á Starndfaraskipum Landsins, Hilmar Eliassen, at greiða frá um framtíðar samferðslu við atliti at Nólsoyarleiðini.

Tórshavnar kommuna og staðbundna nevndin í Nólsoy skipa fyri fundinum, sum verður í Royndarhúsinum.

Fundurin er frá klokkan 17-19. Øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo