Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Ferðavinnan í Føroyum er vaksandi og Vestmanna hevur leingi verið ein týdningarmikil partur av ferðavinnuni við teimum vælumtóktu Vestmannabjørgunum.

Kommunan ynskir at leggja størri dent á ferðavinnuna sum heild og hevur ætlanir um at menna hetta økið.

Skipað verður tí fyri einum borgarafundi um ferðavinnu. Fundurin verður á Miðnámsskúlanum í Vestmanna sunnukvøldið 20. januar kl 19.

Í stuttum er ætlanin at hava ymiskt á skránni sum kveikir og kunnar, og at enda verður eitt orðaskifti um ferðavinnuna.

Byrjað verður við styttri framløgum um heimablídni og airbnb.

Eisini koma umboð frá menningardeildini hjá Visitfaroeislands at greiða frá teirra virksemi.

Á kvøldinum verður eisini ein greining av ferðavinnuni í Vestmanna, saman við einari kunning um ætlanir hjá kommununi.

At enda verður eitt orðaskifti um ferðavinnuna, har borgarar kunnu koma við sínum hugsanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo