Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Tiltøk

Veðrið hevur verið av tí allar fagrasta í dag, og fólk hava leitað sær út í góða veðrið at njóta kærkomnu sólina.

Eisini borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, hevði stundir til eitt prát á Trappuni.

Tað er í morgin fyrrapart, at stórt hald verður í Vágsbotni. Øll eru boðin til felags morgunmat kl.10. Havnar Hornorkestur fer at spæla hesa løtuna. Sjálv hátíðarløtan verður kl.10.30.

Oman fyri 60 fimleikarar í litríkum klæðum koma síðani av Vaglinum við BUBU á odda. Kim Hansen fer at spæla nøkur løg saman við bólki.

Bjarni Restorff stjórnar Tórshavnar manskóri, sum fer at syngja nakrar sangir. Síðani ber Heðin Mortensen, borgarstjóri, fram røðu. Tað ger Tróndur Sigurðsson, formaður í býarskipanarnevndini, eisini.

Ævintýrferðin við Búa og Dánjali fara at undirhalda børnini á trappuni, og meðan teir syngja ein felagssang, verða 150 ballónir at síggja á trappuni, nú Tórshavnar kommuna hevur 150 ár á baki sum fólkavald kommuna.

At enda fer bólkurin Punjab at spæla nøkur løg. Øll eru vælkomin í Vágsbotn, nú trappan verður tikin í nýtslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo