Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: - Tað er so ómetaliga stórsligið, at KOKS nú hevur tvær Michelin stjørnur. Hetta er eitt einastandandi úrslit. Hetta bragdið, sum nú er rokkið, fer at hava sera góða ávirkan á alla matvinnuna í Føroyum, segði Annika Olsen á ferðavinnuforum í Sjóvinnuhúsinum í gjár.

Og í dag bjóðaði hon umboðum fyri KOKS inn á gólvið á Ráðhúsinum. Hon fegnast um, at matstovurnar hava gingið á odda og hava eisini styrkt okkara egnu frammanundan sterku matmentan.

Á myndini síggjast Poul Andrias Ziska, kokkur, Johannes Jensen, stjóri, og Karin Wisth, víntænari, saman við Anniku Olsen, borgarstjóra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo