Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Annika Olsen, borgarstjóri, og Arnoud Adrianus Maria Brok, kongsins umboðsmaður í Frísalandi.

Tórshavnar kommuna: Á fundi fyrrapartin hitti Annika Olsen, borgarstjóri, kongsins umboðsmann í Frísalandi, Arnoud Adrianus Maria Brok, har tey umrøddu ymisk mál av felags áhuga.

Kongsins umboðsmaður í Frísalandi sýndi serligan áhuga fyri mentan, málmenning og samstarvi millum Tórshavn og Leeuwarden, sum er høvuðsstaður í Frísalandi. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og Umboðsmaður Brok vóru samd um at arbeiða víðari við møguleikunum fyri samstarvi. Serligur dentur varð lagdur á sínámillum samstarv um útbúgving, mál og mentan.

Frísaland er ein av 12 landspørtum í Niðurlondum og tann einasti, sum hevur egið mál. Frísiskt er viðurkent mál í Niðurlondum. Umleið 400.000 fólk ella 75% av fólkum í Frísalandi tosa frísiskt sum fyrstamál.

Undanfarna árið hevur eitt virkið samband tikið seg upp millum Frísaland og Føroyar, og kongsins umboðsmaður í Frísalandi hevur sjálvur havt virknan leiklut í at fáa sambondini í lag. Hann hevur ein stóran persónligan áhuga í Føroyum og serliga føroyskum máli og myndlist okkara. Hann hevur verið tvær ferðir á privatari vitjan seinnu árini. Hetta er fyrsta almenna vitjanin hjá honum.

Kongsins umboðsmaður í Niðurlondum (Commissaris van de Koning) eru landspartaleiðarar í teimum 12 landspørtunum í Niðurlondum. Teir eru ikki beinleiðis valdir, men kongur útnevnir teir eftir tilmæli frá stjórnini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo