Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Tiltøk

Ein avbjóðing fyri føroyskar fyritøkur er, at heimamarknaðurin er lítil og tí kann vera alneyðugt at koma út á altjóða marknaðin, um fyritøkan skal vaksa. Áhugavert útflutningstiltak verður 13. juni í Konghøll í Sjóvinnuhúsinum, har ið sjóneykan verður sett á altjóða marknaðin og føroyskar fyritøkur á altjóða marknaðinum.

Á tiltakinum verður ljós varpað á avbjóðingarnar at koma út á altjóða marknaðin, hvussu føroyskar fyritøkur hava klárað hetta og hvørjar avbjóðingarnar eru við at virka á altjóða marknaðinum.
 
Tað eru Vinnuframi, Hugskotið, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis – og Vinnumálaráðið sum saman standa fyri tiltakinum.
 
Mads Faurholt-Jørgensen - Seriu íverkseti á altjóða marknaðinum

Ein sum hevur fingið sera góð úrslit við at koma út á altjóða markaðin, er danin Mads Faurholt-Jørgensen. Mads hevur frá ungum árum veruliga gjørt vart við seg í Danmark sum eitt framúrskarandi talent í fíggjarheiminum og innan íverksetan.

Sum 26 ára gamal gjørdist hann stjóri í asiatisku deildini á stóru altjóða fyritøkuni Groupon og hevði áðrenn hetta verið partnari í konsulentfyritøkuni Mckinsey & Co. í 5 ár. Í dag er hann stjóri í altjóða fyritøkuni Nova Founders Capital, sum hann hevur verið við til at stovna, umframt at hann hevur verið við til at stovna 30 aðrar fyritøkur. Hann er eisini serkønur ráðgevi hjá ES innan íverksetan á alnótini.

Mads er útbúgvin bachelor í Business Administration frá CBS og hevur eina MBA frá MIT.

Mads verður høvuðsfyrilestrarhaldari á tiltakinum. Við støði í sínum royndum, fer hann at hava eina gjøgnumgongd av nútíðar best-practice og fer at tosa um, hvat ið kemur at eyðkenna eina væleydnaða talgilda fyritøku í tí talgildu framtíðini og hvussu hann metir, at fyritøkur eiga at bera seg at á altjóða marknaðinum. Hann fer eisini at tosa um, hvat ið hann vildi gjørt øðrvísi um hann fór á marknaðin í dag og hvat hann hevur lært av sínum feilum.

Høvuðstøðið í fyrilestrinum kemur at vera, hvørjar leiðslustrategiir rigga og hvørji handilsmodel eru neyðug, fyri at eydnast væl í einari talgildari framtíð.
 
Fýra nýskapandi føroyskar fyritøkur á altjóða marknaðinum
Føroyar hava eisini fyritøkur, sum hava staðið seg væl á altjóða marknaðinum, og hava við boðið fýra teirra at koma og greiða frá teirra royndum.

KT-fyritøkan Farpay fór eftir stuttari tíð út á altjóða marknaðin eftir at hava roynt seg við góðum úrslitum í Føroyum. Í dag hevur fyritøkan størsta partin av virksemi sínum uttanfyri Føroyar og hevur fyritøkan havt stóra framgongd síðani hon varð sett á stovn. Farpay vunnu eisini heiðurin sum ársins íverkseti á Íverksetaradegnum herfyri.

Fyritøkan Faroeknit sum selur troyggjur og bindiuppskriftir, selur stóran part av sínum vørum á amerikanska marknaðinum og eru vørurnar marknaðarførdar ígjøgnum instagram, har fyritøkan í dag hevur yvir 15.000 fylgjarar.

JT – Electric hava fingið sær serkunnleika innan loysnir til fiskivinnuna og hevur tað eydnast sera væl hjá teimum, at fáa sínar vørur á altjóða marknaðin.

TUTL International arbeiða støðugt við at seta sjóneykuna á føroyskan tónleik uttanlands, og kemur umboð frá teimum at greiða frá, hvussu tey arbeiða við at fáa føroyskan tónleik útum landoddarnar.
 
Á tiltakinum kemur eisini Gunvør Balle úr Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum at greiða frá, hvussu ráðið stuðlar føroyskum fyritøkum, sum vilja út á áltjóða marknaðin.

Tiltakið verður sett kl 13 av landstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálaráðum, Poul Michelsen.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.

Skráset teg her: hugskotid.fo/skrseting-born-global

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo