Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Tónleikur

Amerikanski sangarin Dwight Yoakam, sigur, at tá hann møtti David Bowie í 1997, fortaldi hann, at 20 ár innan hevði Elvis spurt, um Bowie kundi verða produsari á næstu plátunum.

Sum kunnugt doyði Elvis í 1977, og nú doyði so Bowie, so fá eru eftir at spyrja, um søgan passar, ella hon bara er marknaðarføring hjá Yoakam. Hann skal hava konsert í ovurmorgin í Anaheim í California, og hevur tí tosað við lokala blaðið.

Granskarar hava eisini lagt til merkis, at Elvis og Bowie høvdu sama føðingardag, og at seinasta útgáva Bowie’s hevði heitið Black Star. Sama heitið hevði bæði ein pláta og ein filmur hjá Elvis í 1960. Men í síðstu løtu varð heitið broytt til Flaming ístaðin fyri Black - Flaming Star.

Her er søgan um Elvis og Bowie í amerikanska lokalblaðnum: trýst her

Eisini viðurkenda bretska avísin The Guardian hevur prentað søguna um Elvis og Bowie: trýst her

Her er upprunasangurin hjá Elvis í 1960, Black Star: trýst her

Sangurin ovast kom á platu og filmi sama ár, Flaming Star.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo