At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Útlendis ítróttur

Gabriel Jesus var stóra stjørnan í fyrra hálvleiki, men í seinna fekk hann næsta gula kortið og mátti av vøllinum, men kortini fær hann brosað.

Hansara assist og mál bjargaði Brasil á egnum grasi.

Fyri fyrstu ferð síðani 2007 lyfti Brasil Copa América-steypið, sítt níggjunda tilsamans.

Og tað hendi á máttmikla Maracanã, fyri einum fullsettum stadium av ovurkátum fjeppum.

Finalan millum Brasil og Peru endaði 3-1 til Brasil.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo