Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Brekini, sum hava elvt til óstøðuga streymveiting og streymslit í vikuskiftinum og mánadagin, eru nú rættað.

Hesum boðar SEV frá í kvøld.

Skælingslinjan er umvæld, kaðalbrekið í Havn og brekið við háspenningsfeltinum, eisini í Havn, eru rættað, og kl. 16.30 fingu fólk í Eysturbýnum streymin aftur sum tey seinastu.

Í sambandi við íkopling aftur verður tó neyðugt at bróta streymin av í Leynum í eitt korter í kvøld, og í Bókbindaragøtu við síðugøtum verður eftir ætlan streymslit í tíðarskeiðnum kl. 24.00 - 00.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo