Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Luttakarnir á Style Jam í Reinsarínum eru í fulldrøn við at skapa, stíla og spreingja mørkini fyri, hvat ber til innan stíling hesar dagarnar í Reinsarínum.

Í kvøld kl. 21 fær almenningurin so møguleika at síggja brellbitar frá Style Jam á Hvonn, tá bólkarnir fara at sýna fram, nakað av tí, tey hava gjørt, inntil nú. Eisini verða dómararnir til staðar, og er Barbara í Gongini ein teirra.

6 bólkar kappast um at gerast vinnarar av fyrsta Style Jam nakrantíð, har vinnandi bólkurin sleppur at gera mótasíðurnar til januarblaðið 2017 hjá Kvinnu og til Keypmannahavnar at síggja mótashowið AW18 hjá Barbaru í Gongini í februar 2017. Harumframt fær vinnandi bólkurin ráðgeving frá Hugskotinum og innivist har eisini. Finalan verður sunnukvøldið kl. 18 á Reinsarínum, og tá er eisini opið fyri almenninginum.

Tað eru Sýran Design, Kvinna og Hugskotið, ið skipa fyri Style Jam.

Myndir: Rósa Tovudóttir og Jón K. Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo