Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Ein long røð av vestanlondum við USA á odda vilja ikki vita av kinesisku stórfyritøkuni Huawei, sum hevur fingið beinleiðis forboð fyri at hjálpa til við at menna nýggja samskiftistøkni í londunum, tí Kina ígjøgnum tøknina hjá Huawei skal fáa so góða atgongd til at njósnast. 

Huawei hjálpir eisini Føroya Tele ígjøgnum samstarvsavtalur at útbyggja 5G tøknina her á landi, men higartil hevur Føroya Tele ikki valt at slíta samstarvið. Og okkurt bendir á, at tað viðhvørt loysir seg at bíða og ikki leypa framav.

Bretska National Cyber Security Centre (NCSC) sigur í nýggjari frágreiðing, sum enn ikki er almenn, at teir møguleikarnir sum Huawei hevur at njósnast eru "til at hondtera" sum frágreiðingin sigur.

Fleiri bretskir miðlar endurgeva úr frágreiðingini, sum verður grundarlag undir eini avgerð sum bretskir politikarar í næstum skulu taka um at avmarka møguleikarnar hjá Huawei at virka í Stórabretlandi.

Niðurstøðan í frágreiðingini verður av bretskum miðlum løgd út sum eitt afturstig til USA, sum hevur roynt at lagt trýst á síni sameindu at slíta samstarvið við kinesisku fyritøkuna. Fleiri lond hava longu gjørt tað, eitt nú Australia og Ný Sæland og onnur, eitt nú Noreg og Kanada, umhugsa tað sama.

Summir eygleiðarar vísa á, at ákærurnar ímóti Huawei um njósning í veruleikanum eru ein partur av handilskrígnum ímillum USA og Kina. 

Huawei hevur alla tíðina víst øllum ákærum aftur og sagt, at onki er í uppáhaldinum um njósning. Og fyrr í vikuni segði forstjórin í Huawei, Ren Zhengfei í eini samrøðu við BBC, at "USA á ongan hátt kann knúsa okkum. Fer ljósið vestanfyri, so lýsir framvegis eystanfyri. USA umboðar ikki allan heimin. Sjálvt um teir yvirtala onnur lond til ikki at brúka okkum í eitt tíðarskeið, so fara vit altíð at tilpassa okkum og finna uppá ráð". 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo