Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

45 ára gamla Tara Palmer-Tomkinson var funnin deyð í síni íbúð í London seinnapartin í dag, skriva bretskir miðlar.

Deyðsorsøkin er ikki kend enn.

Tara Palmer-Tomkinson var ofta refererað til sum «TPT». Hon er eisini kend frá sínum føstu avís-innleggum har hon skrivaði um sín glamorøsa lívsstíl.

Palmer-Tomkinson hevði tøtt bond til bretska kongshúsið og var guddóttir Charles prins.

Í fjør var hon viðgjørd fyri heilasvull, skrivar BBC, og er tí ikki óhugsandi at hetta kann vera orsøkin til brádliga deyða hennara, skrivar norska TV2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo