Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Útlendis ítróttur

Fleiri bretskir miðlar, teirra millum BBC, skriva at Gareth Bale er á veg til kinesiska Jiangsu Suning og verður lønin á yvir 8 milliónir krónur um vikuna.

Bale og Real Madrid-venjarin Zinedine Zidane sita ikki væl um sátt, og sambært sportsavísini Marca letur Real Bale ókeypis, hóast hann hevur trý ár eftir av sáttmálanum.

Bale leikti 28 minuttir í 3-7 tapinum hjá Real móti Atletico Madrid í nátt, í einum dysti, har Diego Costa skoraði fýra mál, áðrenn hann var útvístur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo