Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Vinna

- Fundurin í dag var eitt týðandi stig á leiðini at tryggja arbeiði á skipasmiðjuni í fleiri ár. Tað sigur parlamentslimurin Geoffrey Cox, sum var á fundi við Bárð Nielsen, løgmann, tá hann vitjaði hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, í Downing Street 10 í London fyrr í vikuni.

Eisini sigur Geoffrey Cox í einum twitter boðum eftir fundin, at tingingarnar eru "komnar væl á leið".

Málið snýr seg um skipasmiðjuna Appledore Shipyard í landslutinum Devon. Skipasmiðjan lat aftur í mars. Síðani hevur ein sonevnd Task Force nevnd við parlamentsliminum á odda roynt at tryggja skipasmiðjuni nýggjar eigarar og arbeiði. Og tað er eftir øllum at døma her, at Føroya løgmaður kemur inn í myndina.

Miðilin North Deveon Gazette skrivar, at fundurin við løgmann var tann seinasti av fleiri fundum við sama endamáli. Og hann var eisini tann seinasti áðrenn tjóðartingið fór til hús, tí tjóðartingsval verður í Bretlandi 12. desember.

Tað hevur ikki borið til at fáa eina viðmerking frá Bárði Nielsen, løgmanni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo