Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Onnur tíðindi

ES og Stórabretland eru samd um eitt «smidligt brexit» við freist 31. oktober.

Samráðingarnar á brexit-toppfundinum í Brússel vóru ikki lidnar fyrr enn eftir miðnátt.

Klokkan 11.45 lokala tíð váttaði ES-forsetin Donald Tusk á Twitter at ES-leiðararnir eru samdir um eina nýggja brexit-útseting, og at hann fór at spyrja May um hon góðtók tað.

Beint fyri klokkan 01.00 lokala tíð var fundurin liðugur – og tá skrivaði Tusk at hann og May vóru samd um eina smidliga útseting fram til 31. oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo