Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Mánadagin 8. mai skipar Farec International fyri “Brexit – tað vita vit”, sum verður á Panorama, Hotel Hafnia, frá kl.11.30 til 17.00.
 
Fimm royndir serfrøðingar greiða frá søgu, jura, diplomatii og hvørji ávirkan Brexit hevur á føroysku veiðimøguleikarnar og marknaðaratgongdina.
 
Nevnast kann Esben Svendrup Jensen, stjóri á Danish Pelagic Producers Organization (DPPO), og Guus Pastoor, formaður fyri the European Federation of Fish Processors (AIPCE). DPPO er eitt av størstu áhugafelagsskapunum fyri fiskivinnu í ES, meðan AIPCE er formelli felagsskapurin, ið umboaðar framleiðslu- og sølufeløg í Brússel. AIPCE selur fyri 25 milliardir evrur um árið!
 
Aksel V. Johannesen, løgmaður, setur ráðstevnuna. Í røðuni greiður løgmaður m.a. frá, hvørji føroysku áhugamálini eru. Landsstýrið setti í fjør arbeiðsbólk, ið hevði til endamáls at fylgja gongdini og greina hvørja avleiðingar fólkaatkvøðan í Stóra Bretlandi um ES limaskap kann fáa fyri Føroyar.
 
”Brexit – tað vita vit” verður mánadagin 8. mai. Tilmelding er neyðug. Kostnaðurin er 4.000 kr. + MVG fyri hvønn persón. Bólkur við trimum upp til seks persónum kostar kr. 10.000 + MVG:
Sí meir her:http://net.fo.php56-18.dfw31.websitetestlink.com/landingpage/brexit/brexit_landingpage.html

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo