Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

Brimil liggur í morgun útfyri Kirkjubø, har ætlanin er at vita um ikki ber til at fáa nebbafiskin, sum liggur strandaður har, aftur til havs.

Óli Hans Olsen, skipari á Brimli, sigur við VP, at í fyrstu syftu kanna teir málið og hvat til ber at gera.

- Tað er grunt útfyri Kirkjubø, og trupult at koma nær landi við einum so stórum skipi. Men onkur máti er helst at fáa fast á hvalin og so verður hann sleipaður nakrar fjórðingar úr landi og sleptur har, sigur hann. 

Nebbafiskurin rak á land í Kirkjubø í farnu viku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo