Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Britta Nielsen, sum er ákærd fyri at hava svindlað og snýtt sosialu myndugleikarnar í Danmark fyri 111 milliónir krónur, hevur flutt 11,4 milliónir krónur til tríggjar nærstandandi persónar.

Serliga ein teirra hevur fingið týðandi upphæddir, hevur Kamaradvokaturin upplýst fyri Sjó- og Handilsrættinum, skrivar DR.

Pengaflytingarnar verða mettar sum lán sum skal gjaldast aftur, og tey trý fólkini eru biðin um at koma við pengunum.

Onki verður sagt um, hvørji fólkini eru. Men hon eigur trý børn, sum øll eru skuldsett í málinum. Ein teirra, ein dóttir, er farin persónliga konkurs eftir at málið kom fram á heysti í fjør. Børnini nokta seg øll sekan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo