Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Fyrr vóru tað nærum bert útlendskir seglbátar, sum komu til Havnar. Seinastu árini er talið av sokallaðum gardinubátum í Føroyum økt munandi, og nú er tað nærum eins nógvir føroyskir og útlendskir bátar, sum koma á vitjan.

Avbjóðingin hjá Tórshavnar havn hevur verið, at tað eru bert 14 pláss til gestabátar í Vágsbotni, og er hetta alt ov lítið um summarið. Mannagongdin hevur verið, at útlendingar hava fyrsta rætt at fáa pláss.

Um summarið hevur verið nógv orka brúkt til at reka føroyskar bátar burtur úr Vágsbotni. Hetta eru serliga tey, sum koma til Havnar, binda bátin, fara til hús aftur, og koma so aftur við bili til Havnar fríggja - ella leygarkvøld.

Fyri at fáa betri skil á hesum, ber til at seta gjaldið til 150 kr/dag, fyri bæði útlendskar og føroyskar stuttleikabátar, sum liggja á gestaplássum í Tórshavnar kommunu.

Fyri at lova so nógvum ymiskum bátum framat, og at bátar ikki verða liggjandi á gestaplássunum, ber til at hækka gjaldið fyri teir føroysku bátarnar, soleiðis at teir rinda kr. 400/dag fyri triðja dagin og longri.

- Síðani nýggja reglugerðin fyri gjald kom í gildið, hava nógvar atfinningar verið til, at føroyskir bátar frá triðja degi skulu rinda kr. 400 um dagin, meðan teir útlendsku bátarnir, eisini frá triðja degi, rinda kr. 150 um dagin, sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini.

Formaðurin í vinnunevndini reisti málið og vinnunevndin tók støðu til, at gjaldið skal broytast, soleiðis at allir bátarnir gjalda eins. Vinnunevndin samtykti tí herfyri, at gjald fyri stuttleikabátar, sum liggja á gestaplássum í Tórshavn kommunu í upp til 4 samdøgur, er kr. 150,- fyri hvørjar byrjaðar 24 tímar.

Gjald fyri stuttleikabátar, sum hava ligið á gestaplássum í Tórshavnar kommunu í meira enn 4 samdøgur er kr 300,- fyri hvørjar byrjaðar 24 tímar. Gjaldið verður eins fyri útlendskar og føroyskar stuttleikabátar.

Málið varð samtykt á býráðsfundi í morgun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo