Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Tiltøk

Hetta er vakrasti dagurin í nýggjari føroyskari søgu og hetta er sannniliga nakað at hátíðarhalda.

Í kvøld bjóðar LGBT Føroyar tí til BRÚÐARHÚS í Reinsarínum, har øll eru vælkomin Í kvøld fagnað vit, at vit samkynd nú eru javnsettir borgarar í Føroyum.

Í kvøld gleðast vit um, at Føroyar eru litríkar og fjølbroyttar og eitt land fyri øll.

Brúðarhúsið byrjar kl 21.00 í kvøld, og har verður tónleikur við Signar í Hormrum, Terja, Jóhannu Niclasen, Leu Kampmann og Bollinum. LGBT Føroyar bjóðar eisini brúðarkaku og okkurt gott at leska sær á við.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nevndin í LGBT Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo