Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

BUBU letur ídag úr hondum nýggjasta videolagið: jólatíð.

Sangurin snýr seg um jólini, ið nú stunda til - og eru upptøkurnar gjørdar í viðarlundini í Kunoy og rundan um Eggjarstein, ið er í viðarlundini.

BUBU syngur og spákar runt, ímeðan hann singur og eisini eru nakrir ungir tónleikarar við og ein partur av barnakórinum í Kfum & Kfuk í Klaksvík.

Sangurin hevur verði spældur á ymiskum rásum, umframt at hann liggur á Itunes, saman við øllum hinum BUBU sangunum.

Youtube rásin hjá BUBU má sigast vera sera viðkomandi fyri føroysk børn - tí eftir at hon bleiv løgd út, í mai 2014, so hava fleiri enn 700.000 vitjað og kagað at søgum, adventsløtum og sangunum - ið har eru at finna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo