Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Tónleikur

Við sínum umleið 800.000 hits, er youtube rásin hjá BUBU sera vælvitjað, og við hesum nýggja lagnum, so fara børn í Føroyum og eisini kring heimin, at síggja og hoyra enn meira til BUBU.

Nýggja lagið, sum nú er lagt út - er eisini við á vælmóttikna filminum, ið BUBU saman við Jógvan professara, lótu úr hondum í fjør, og sum børn og foreldur framvegis dáma sera væl, men nú er tað eisini tøkt á youtube.

Orð og lag hevur argjamaðurin Jón Magnus Joensen gjørt fyri mongum árum síðani - men nú er tað komið í nýggjum hami og videolagið er tikið upp í Ísrael, í En Gedi, har søgan um at Dávdi krógvaði seg fyri Sául Kongi. Lagið eitur: Í staðnum Betlehem.

Við hesum fer BUBU eisini í gongd aftur við framførslur, har hann um vikuskiftið vitjar Østrøm leygardagin kl 15.30 við stórum barnatiltakið, saman við Gyklaranum Ásbjørn og Búktalaranum Absalon - til ókeypis, hugnaligt og gott tiltak ið Lindin skipar fyri, har eisini okkurt søtt at eta og okkurt lekkurt at drekka verður.

Sunnudagin, tá vitjar BUBU í Sandavági til familjumøtið kl 15.00…áðrenn hann so í komandi viku fer til Danmarkar, har hann skal hitta Pjerrot og Sigurd Barret, har teir fara at umrøða føroyskt tiltak á Bakkanum og eisini okkurt í Føroyum, so spennandi verður at fylgja við hvat fer at henda hjá BUBU og toyminum í 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo