Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Tiltøk

MYND: Pre-Royal Run, NORÐLÝSIÐ

Í dag byrjar fyrsta summarstevnan nevniliga Norðoyastevna, og umframt ítrótt og krúnprinsavitjan, so fer BUBU at seta sín heilt serliga dám á, við konsert, renning og undirhaldi.

Í kvøld kl. 19.00 fer BUBU saman við orkestri, at hava ókeypis konsert á økinum við Skúlatrø, har spæliplássið er. Hann fer at syngja fleiri av kendu sangunum, umframt at BUBU eisini fer at framføra ein heilt nýggjan og lívligan sang.

Umframt konsertina í kvøld so fer BUBU eisini at hugna um og renna við børnunum til Royal Run tiltakið leygarmorgunin, har krúnprinsurin saman við umleið 4000 luttakarum verður við.

BUBU rundar hetta vikuskifti av við at skemta og syngja á pallinum við tivoliøki, kl 18.00 leygarkvøldið, sum samstundis verður ein upptakt til Champions Leauge finaluna, har BUBU fer at gera sítt til at fjepparar koma í góðan hýr undan finaluni.

BUBU heitir samstundis á fótbóltsviðhaldsfólk, at møta í leikarabúnum, ella turriklæði frá liðunum tey stuðla, soleiðis at tað gerst veruligur fótbóltsstemningur áðrenn finaluna, har nokk sangirnir hjá báðum liðunum í finaluni, eisini vera at hoyra.

Í komandi viku verður enn meira at hoyra og síggja til BUBU, tá ið nýggj barnabók við tveimum føroyskum barnasøgum kemur út, umframt eisini heilt nýtt, litríkt og vakurt stavrað kemur á marknaðin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo