Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Krutl

Hóast tað er grátt og vátt í veðrinum ídag, so nýtist tað ikki vera kalt kortini - tí BUBU vitjar í dag í Hoyvík, og fer at undirhalda og skipa fyri einari fjálgari og stuttligari løtu.

BUBU vitjaði mitt í Havn mánadagin og hópin av børnum og vaksnum høvdu leita sær higar, til eina sera fjálga løtu - og nú fer BUBU so niðan í Hoyvíkshagan.

Tað er Oasan, ið er karmur um familjutiltakið, ið byrjar kl 15.00 ídag og har verður luttøka av barnakórið, BUBU og øðrum, ið fara at gera alt fyri einari góðari løtu.

Tiltakið byrjar kl. 15.00 og heldur á til umleið kl 16.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo