Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Ein bumba brast í gjár í Aten og gjørdi nakað av skaða á bygningin hjá privatu sjón- og útvarpsstøðini Skai.

Talan var bert um materiellan skaða, sambært løgregluni.

Álop vend móti miðlum, almennum feløgum ella sendistovum hava verið vanlig í Grikkalandi seinastu árini, og hava stjórnaloysingar og vinstravongurin verið lagdir undir at hava framt tey.

Forsætisráðharrin Alexis Tsipras fordømdi spreingingina og kallaði hana “eitt álop á fólkaræði” men avvísti at talan var um terrorismu, sum Skai kallaði álopið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo