List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Arctic Circle er í hesum døgum í Reykjavík. Og í gjár helt Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, eina framløgu um burðardygga ferðavinnu fyri gestum á ráðstevuni. Serliga umrøðan av átakinum Closed for Maintenance hjá Visit Faroe Islands vakti ans.

Tórshavnar kommuna arbeiðir miðvíst fyri at fáa fleiri ráðstevnur og tiltøk til Føroya, sum styrkja støðuna hjá ferðavinnuni, segði borgarstjórin millum annað. Hetta verður millum annað gjørt við at geva neyðugu byggiloyvini til umbyggingar og nýggj gistingarhús. Haraftrat hevur Tórshavnar kommuna eisini sett pening av til at fáa ráðstevnur, ítróttartiltøk og annað hendavegin.

Eftir framløguna gjørdi íslendska sjónvarpið, RÚV, samrøðu við Anniku Olsen um burðardygga ferðavinnu og serliga átakið Closed for Maintenance.

Les framløguna hjá Anniku Olsen - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo