Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Var á veg í koyggjuna eftir at hava strevast á dekkinum og fabrikkini í 19 tímar.

Nú rokfiskiskapur er hava vit brotið vakt í fleiri dagar.

Kanska fríður verður næstu 5 tímarmar, áðrenn kokkurin aftur rópar “Útpurring”

Í messuni hoyrdist Útvarpið.

Hoyrdi at ein búskaparfrøðingur helt fyri, at fiskivinnan hvíldi á einum kodda, tí hon fær “ogn Føroya fólks” fyri næstan einki.

Komin í koyggjuna tók eg koddan og blakaði hann út á dúrki.

Vildi ikki hava hetta sitandi á mær.

Lá eina løtu og hugsaði um, hvør hevði skapt øll hesi virðini, sum frøðingarnir tosaðu um.

Nei, nei, tað skal eingin frøðingur, sum hevur hvílt á einum kodda á Oyrasundskoleginum í áravís, og nú á einum almennum kodda, sum eg gjøgnum eitt langt lív á sjónum havi fóðrað við bleytum dunnidúni, ráða fyri, nær eg leggi høvdið á koddan.

Eg sprakk upp á dúrki, tók koddan, so aftur í koyggjuna, legði høvdið á koddan, at fáa ein blund, áðrenn næstu 14 tímarnar á dekkinum og á fabrikkini. 

Fiskimaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo