Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nýggj ferðaætlan fyri Bussleiðina í Havn kemur í gildi 1. apríl. Í stuttum er talan um tvær høvuðsleiðir, sum koyra við millumbilum uppá umleið 15 minuttir. Tvær síðuleiðir koyra hvønn hálva tíma frá 06.45 til 17.30

Høvuðsendamálið at endurskoða alla Bussleiðina er fáa eina betri busstænastu, fleiri farleiðir og fleiri brúkarar. Býurin er í støðugari menning, og tí er týdningarmikið at bussleiðin lagar seg til býarvøksturin og gerst enn betri og meira tíðarhóskandi.

Nýggja skipanin fer burtur frá tí hugburði, at tað skal koyrast allastaðni hvønn 20 min. Uppskotið tekur støði í ferðafólkamynstrinum og hvar flest fólk ferðast mest.

Koyrt verður longur út á kvøldið leygardag og nú verður eisini koyrt sunnudag, sum nakað nýtt verða eisini vikuskiftistúrar til bygdirnar. Nýggja "Ringleiðin" koyrir bara skúladagar.

Lagt verður tí upp til tvær høvuðsleiðir, sum koyra 15. hvønn minutt, og tvær
síðuleiðir, har tað verður koyrt hvønn hálva tíma.

Lagt verður upp til at Bussleiðin koyrir nógv fleiri tímar, títtleikin verður væl størri um dagin á leiðunum í Havn. Koyrt verður frá áleið kl. 07 og fram til áleið 18 - eftir hetta verður koyrt einaferð um tíman til kl. 23.

Koyrt verður longri leygardag - frá kl. 10 til 23 ístaðin fyri til kl. 16, haraftrat verður koyrt sunnudag frá kl. 10 til 21. Ein nýggj leið er komin, leið 8, sum samskipar koyringina til bygdirnar leygar- og sunnudag, fýra túrar leygardag og tríggjar sunnudag.

Hesar báðar leiðirnar koma at koyra hvønn 15. min.:
- Høvuðsleið 1: Hamarin – Hoyvík – Hamarin
- Høvuðsleið 2: Norðasta Horn – á Háls – Norðasta Horn

Hesar báðar leiðirnar koma at koyra hvønn 30. min.:
- Síðuleið 3: AB-vøllur – Hvítanes – AB-vøllur
- Síðuleið 4: Millum Gilja – Steinatún – Millum Gilja

Busskoyring verður til bygdirnar gerandisdagar frá áleið kl. 07 til 22. Koyringin
til Sandvíkarhjalla verður samskipað við leið 6 og 7.

Havandi í huga miðsavnan av Skúlanum á Fløtum, Musikkskúlan, Glasir og tað ovurstóru mongd av ferðandi næmingum, lærarum og øðrum, er neyðugt við eini bussloysn afturat. Sett verður inn ein “Ringleið”, sum skal koyra skúladagar (uml. 200 dagar um árið), frá áleið kl. 07.30 til kl. 16.

Nýggja skipanin kemur í gildi 1. apríl 2019. Gjørt verður vart við, at lýsta ferðaætlanin er ein royndarætlan, sum verður endurskoðað, og at møguligar tillagingar verða gjørdar sum frálíður.

Hetta kemur at føra við sær, at nøkur steðgistøð verða flutt og nøkur verða tikin burtur. Tá leiðin er innkoyrd eftir tveimum mánaðum verður endalig ferðaætlan sett við steðgistøðini. Í royndartíðini ber til at fáa nýggju ferðaætlanina útskrivaða í Snarskivuni og VisitTórshavn. Lýsing kemur í fjølmiðlarnar í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo