Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Nú hevur nýggja bussleiðin verið virkin í tríggjar vikur. Fólk eru sum heildvæl nøgd við, at bussleiðin koyrir oftari, longri út á kvøldið og allar dagar íviku. Men tillagingar fara eisini at verða gjørdar, so sambandið verður betri ímillumsummar leiðir, og so fara betranir eisini at verða gjørdar kring skúlar.

Øll eru vælkomin at gera viðmerkingar til nýggju bussleiðina, nú hon skjóttverður eftirmett. Til ber at senda viðmerkingar til torshavn(at)torshavn.fo og so verða tær tiknarvið í eftirmetingina, sum verður gjørd. 

Tað er longu nú greitt, at tillagingar verða gjørdar í nýggjubussleiðini, so tað er nú, borgarar hava høvi at vísa á møguligar batar ogtílíkt.

Nýggja ferðaætlanin fyri Bussleiðina í Tórshavnar kommunu kom í gildi 1. apríl. Samstundishevur Tórshavnar kommuna sett 4 milliónir krónur meira av til bussarnar íkommununi.

Høvuðsendamálið at endurskoða alla Bussleiðina er at fáa einabetri busstænastu, fleiri farleiðir og fleiri brúkarar. Býurin er í støðugarimenning, og tí er týdningarmikið, at bussleiðin lagar seg til býarvøksturin oggerst enn betri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo