Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Tað er eingin ivi um, at samgongan við nýggja Bústaðarpakkanum ynskir at økja útboðið av íbúðum, men úrslitið verður tíverri tað øvugta. Tað kostar skattgjaldaranum, at Bústaðir tekur lán.

Tað kostar okkum øllum, tá Bústaðir tekur lán til at byggja íbúðir, tí økt almenn lántøka ávirkar metingina hjá Moody av Føroyum. Rentustøðið hjá landskassanum hækkar, tá metingin hja Moody av Føroyum fellur, og tað kemur tí at kosta skattgjaldaranum og harvið føroysku húsarhaldunum.

Løgmaður staðfestir í Bústaðarpakkanum, at bústaðartrotið helst er okkara størsta einstaka avbjóðing.

Ætlanirnar eru góðar, men samgongan ”gloymir” avleiðingarnar í sínum ágrýtni at finna upp á okkurt munagott áðrenn løgtingsvalið, sum stendur fyri durum.

Tekur við aðrari hondini og gevur við hinari
Løgmaður metir, at Bústaðarpakkin skapar fortreytir fyri at nøkta ein triðing av tørvinum á leigubústøðum, sum leysliga er mettur til 600 íbúðir.

Hvør er so ætlanin við teimum írestandi 400 íbúðunum? Tá ymiskir karmar áhaldandi vera lagdir fyri virkseminum hjá Bústøðum í mun til vanligar vinnuligar fyritøkur, so hevur tað við sær ótryggleika at gera íløgur í at byggja íbúðir tí kappingarfortreytirnar eru so ójavnar. Eisini ávirka ójøvnu karmarnir áhugan hjá bankum neiliga at veita fígging. Lánskostnaðurin økist hjá vanligu fyritøkunum, og tí verður tað dýrari at byggja íbúðir og harvið eisini dýrari hjá fólki at leiga. Úrslitið er, at fyritøkur halda seg aftur við at byggja leiguíbúðir, og samgongan hevur sostatt givið 200 íbúðir við aðrari hondini og tikið 400 íbúðir við hinari hondini.

Javnsettar karmar
Sambært greining av bústaðarmarknaðinum í Evropa (OECD), so eru týskarar betri nøgdir við teirra bústaðarmarknað enn aðrir evropearar. Búskaparfrøðingurin og granskarin innan sosiala ástøði og bústaðarpolitikk, Jim Kemeny, metir at orsøkin er at bústaðarpolitikkurin í Týsklandi í størri mun hevur skapt javnsettar karmar ímillum almennar og privatar íløgur.

Massaframleiðsla og væntandi viðlíkahald
Kanning (boligforskning.dk) vísir, at vinnuligir útleigarar brúka mest til viðlíkahald. Orsøkin er, at vinnuligir útleigarar meta, at íløgur í viðlíkahald kasta av sær yvir tíð.

Spurningurin er, um Bústaðir fer at raðfesta at halda sínar ognir viðlíka. Royndirnar eru, at viðlíkahald av almennum ognum ikki verður raðfest í Føroyum. Hugsandi er, at Bústaðir ístaðin raðfestir massaframleiðslu av bústøðum fyri at tekkjast politiska myndugleikanum, og at vit um nøkur ár fara at standa við einum bústaðarmassa, sum forferst.

Í tøkum tíma
Heitt verður á løgtingið í tøkum tíma um at javnseta Bústaðir og vanligar fyritøkur við m.ø. at seta krøv til avkast á eginognina og krøv til kommunur um at veita javnsettar treytir og atgongd til grundøkir, bygningar v.m.

Eyðun Simonsen,
Vinnuligur útleigari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo