Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Undan fíggjarkreppuna vuksu sethúsaprísirnir munandi skjótari, enn inntøkurnar.

Í 2006 øktust sethúsaprísirnir við heili 34 prosentum í Havn í mun til árið fyri, meðan tøka inntøkan sama tíðarskeið vaks 12 prosent. Árið eftir hæsaði vøksturin í sethúsaprísunum av, men í 2016 tók hann aftur dik á seg.

Sethúsaprísirnir eru tó ikki hækkaðir eins skjótt hesi seinastu árini, sum undan fíggjarkreppuni.

Í 2016 hækkaðu sethúsaprísirnir í Havn við 14 prosentum í mun til árið fyri, meðan tøka inntøkan vaks 5 prosent. Í ár eru prísirnir higartil hækkaðir við 8 prosentum, meðan tøka inntøkan nærum er óbroytt.

Tað skrivar Landsbanki Føroya á heimasíðuni.

At sethúsaprísirnir hækka skjótari enn tøka inntøkan, kann vera tekin um ov stórt bjartskygni.

Væntanir um áhaldandi prísvøkstur á sethúsamarknaðinum, eins og lágar lániútreiðslur, saman við lítla útboðnum, kunnu eggja húsarhaldum til at bjóða ein hægri prís fyri bústaðir, enn skilagott er.

Harvið er vandi fyri, at tey binda seg til eina hægri skuld, enn tað er fíggjarliga ráðiligt í mun til samlaðu húsarhaldsinntøkuna.

Ein høgur skuldarfaktorur er óheppin, um rentuhækkingar skerja fíggjarliga rásarúmið so mikið, at tað gerst neyðugt at selja húsini, sigur Landsbankin millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo