Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Politikkur

Nú ársfrágreiðingin hjá Bústaðir fyri 2018 fyriliggur, kunnu vit enn einaferð staðfesta, at hetta almenna bústaðafelag framhaldandi byggir nógv flestar íbúðir í høvuðsstaðarøkinum, har privata byggivinnan eisini fremur so at siga allar sínar bústaðabyggingar.
 
Í vár gjørdi eg alment vart við, at Bústaðir higartil høvdu bygt 20 bústaðir pr. 1000 íbúgvar í høvuðsstaðarøkinum, men einans 6 bústaðir pr. 1000 íbúgvar í øðrum býum og bygdum í landi okkara.
 
Nú ársfrágreiðingin hjá Bústaðir fyri 2018 júst er almannakunngjørd, kunnu vit staðfesta, at hetta býtið tíverri ikki er broytt nevnivert. Sí talvuna her niðanfyri:
 
Sum tað framgongur av yvirlitinum, hava Bústaðir higartil bygt og eru í ferð við at byggja 386 bústaðir til tey 38% av fólkinum, sum búgva í høvuðsstaðarøkinum, meðan bert 210 bústaðir eru bygdir ella eru ávegis til tey 62% av Føroya fólki, sum búgva aðrastaðni í landinum.
 
Stutt sagt byggir almenna Bústaðafelagið 20 bústaðir pr. 1000 íbúgvar í høvuðstaðnum, meðan felagið byggir 7 bústaðir fyri hvørjar 1000 íbúgvar kring landið.
 
Sum løgtingslimur, búsitandi í Klaksvík, veit eg dagliga um persónar her í økinum, sum leita eftir onkrum at búgva í. Bústaðaneyðin er nevniliga eisini stór kring landið.
 
Tað privata byggir so at siga einans bústaðir í høvuðsstaðarøkinum, sum í sær sjálvum er bæði gott og neyðugt, men tað kann ikki góðtakast, at okkara almenna Bústaðafelag leggur afturat hesi gongd við at gera tað sama sum tað privata, nevniliga eisini at byggja nógv mest í høvuðsstaðnum, meðan restin av landinum fær ein munandi minni part.
 
Tíverri hevur hendan landsstýrissamgongan ikki megnað at syrgt fyri, at Bústaðir í minsta lagi byggir eins nógvar bústaðir pr. íbúgva kring landið, sum tey gera sentralt.
 
Fáa vit møguleikan eftir komandi løgtingsval, so er Fólkaflokkurin sinnaður og hevur styrki at krevja av Bústaðir, at tey leggja á annan bógv og gerast munandi meir virkin at byggja bústaðir kring landið.
 
Jákup Mikkelsen
Løgtingsmaður og løgtingsvalevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo