Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Bústaðir hevur í dag havt reisigildið og framsýning Oman Mattalág, har 38 nýggir leigubústaðir verða bygdir, ið væntandi kunnu takast í nýtslu fyrst í komandi árið.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna fegnast um byggingina.

"Sum øllum kunnugt er stórur eftirspurningur eftir dygdargóðum leigubústøðum. Talan er um modulbyggjari, sum er eitt gott alternativ at útvega góðar og bíligar leiguíbúðir lutfaldsliga skjótt, havandi í huga stóra eftirspurningin eftir handverkarum og trýstið á bústaðarmarknaðin. Byggiætlanin leggur stóran dent á útsjónd og umhvørvi rundanum bygningarnar. Samstundis fara fólk við serligum avbjóðingum, sum megna at búgva heima hjá sær sjálvum, at fáa møguleika at leiga sær íbúð her, og tað er sera gott," sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.

Økið Oman Máttalág hevur fyrr hýst eitt gamalt sementstoypivirki. Fleiri ætlanir hava verið fyri økið, og loksins er byggjarí ígongd og at ein nýggjur býlingur tekur skap.

Verkætlanin oman Mattalág er ein av fleiri verkætlanum, ið koma at gerast til veruleika komandi tíðina, og er úrslit av, at Bústaðir í 2017 fingu loyvi til at taka lán fyri 250 mió. kr. við at skriva út lánsbrøv til íleggjarar í Føroyum ella við at taka lán frá stovnsligum íleggjarum í Føroyum. Felagið Bústaðir hevur í løtuni um 300 bústaðir ávegis í sínum byggiætlanum.

Bústaðir samstarva við Scandi Byg, Sp/f Plan og Sp/f JEP Smíð um verkætlanina oman Mattalág.

Íbúðirnar verða innfluttar sum modul úr Danmark. Tá tær eru komnar til landið, verða tær settar saman á staðnum. Í verkætlanini vera tríggjar íbúðastøddir. 20 av teim minstu íbúðunum eru á 50 fermetrar. 10 av íbúðunum eru á 100 fermetrar í einari hædd. 8 av íbúðunum eru á 104 fermetrar í tveimum hæddum.

Felagið Bústaðir hevur áður samstarvað við Scandi Byg um íbúðirnar á Heygavegnum í Klaksvík og á Karlamagnusarbreyt, ið somuleiðis eru innfluttar sum modulir.

Hóast íbúðirnar verða innfluttar, merkir tað ikki, at øll verkætlanin verður keypt úr Danmark.

Umleið ein triðingur av samlaðu verkætlanini verður gjørdur av føroyingum, millum annað jørðarbeiðið og at seta modulini saman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo