Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Nú nærkast til kommunuvalið, og hetta verður varpað ljós á við tveimum spennandi tiltøkum á Torginum í SMS.

Byrjað verður við einum pallborðsfundi týsdagin 25. oktober kl 19.30, har evnið verður "Leikluturin hjá einum borgarstjóra".

Orðaskiftið fevnir m.a. um, um tað er rætt at ein borgarstjóri, sum situr fullla tíð fyri fulla løn, eisini kann sita í Løgtinginum, sum er evsta lóggevandi valdið í landinum. 

Tey, ið manna pallborðið eru Jógvan Skorðheim, Rósa Samuelsen, Heðin Mortensen, Heðin Zachariasen og Jóhan Christiansen. Orðstýrari verður Árni Gregersen.

Signar í Homrum fer at spæla nøkur hugnalig løg. Eisini verða kaffi og køkur afturvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo