Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Nú bygdaleiðir skal hava nýggjar bussar, sum skulu koyra tey næstu 7 árini, er nógv at taka støðu til.

Fleiri siga tað er so sjáldan, at rørslutarnað koyra við bussinum, og orsøkin er helst tann, at atkomu møguleikarnir hava verið so vánaligir, men vónandi broytist tað, nú nýggju bussarnir koma.

At hoyra óviljan frá onkrum, av okkara politikarum, um at fáa gjørt nakað við atkomuligheitina fyri koyristólum, nú skulu vit eisini minnast til barnavognar, skulu eisini sleppa uppí bussarnar, er ikki gott, eg haldi at teir skuldu heldur sett seg betri inn í støðuna hjá teimum rørslutarnaðu, og kanna hvat fyri møguleikar eru, áðrenn teir málaðu alt svart, og kanska eisini sett seg í samband við MEGD, og spurt onkur rørslutarnaði, um tey vistu onkrar, góðar og lættar loysnir.

Tað eru fleiri møguleikar, sum ikki kosta so nógv, bert við at fáa breiðari hurðar í teir smærru bussarnar, og gera pláss til koyristólar í bussinum, og hækka gongubreytina við stoppistaði, um tað er neyðugt, fyri at sleppa upp í bussin.

Teir smærru bussarnir kunnu hava leysar aluminiums rampar liggjandi í bussinum, so kann bilførarin hjálpa til, sum teir gera aðrastaðni, og har hjálpa onnur ferðafólk eisini bussførarunum, tá ein rørslutarnaður skal við, tað blívur nokk heldur ikki nakar trupulleiki í Føroyum.

Tað er ikki so oftani, at rørslutarnaði fólk eru við, so um bussførarin koyrir onkran til hús, í teimum smærru bygdunum, skuldi hann klára ferðaætlanina.

Bussurin eigur ikki hava so knappa tíðarætlan, at hann ikki kann klára tað.

Teir størru bussarnir kunnu hava el, ella hydrauliskar lyftir, ein annar møguleiki er eisini ein pláta sum er feld niður í dúrkið á bussinum, sum kann leggjast manuelt inn á gongubreytina.

Eyðun Hansen
Vestmanna   

Les her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo