Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Vinna

Um ikki so mong ár fara Føroyar at fáa ein spildurnýggjan Barentshavsflota.

Okkurt av reiðaríunum er komið langt í ætlanina og sáttmáli er longu undirskrivaður við skipasmiðuna.

Sum VP skilur verður talan um tríggjar nýggjar Barentshavstrolarar, har hvør av teimum liggur um 400 milliónir krónur.

Tóat veiðigjaldið hjá sitandi samgongu er sett nakað høgt, verður farið undir at byggja nýtt.

Í grannalondunum hava teir seinnu árini bygt nýggj og framkomin skip, men ótryggu karmarnir í Føroyum hava gjørt, at nýbygningar ikki hava verið kontraheraðir.

Nú fiskivinnan aftur hevur fingið tryggar karmar, hevur vinnan fingið áræði aftur og nýggj og nútímans skip verða bygd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo