Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Pedagogfelagið, starvsfólk og onnur hava sett spurnartekin við, hvussu skilagott hugskotið við eindarleiðslu er fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu. Eitt er, at vit meta hetta vera eitt óneyðugt leiðslulið – eisini hóast eykafígging er ætlað.

Nú vit hyggja í skránna fyri komandi býráðsfund hjá Tórshavnar býráð, gerst ørkymlanin ikki minni. Í uppskotinum til samtyktar fylgja nakrar viðmerkingar við. Á síðu 69 stendur:

“Sum liður í hesum verður skotið upp, at samlaði kostnaðurin av bygnaðarbroytingini og normeringsøkingini verður kr. 7,25 mió, ið mett verður kann fáast til vega sjálvfíggjandi (útreiðsluneutralt) innan grein 3 í fíggjarætlanini sum liður í nýggja bygnaðinum." Skráin sæst HER.

Tað tykist tí greitt, at ætlandi bygnaðarbroyting ikki gevur meiri pening til økið. Bygnaðarbroytingini merkir strammari fíggjarstýring og reellar sparingar.

At bert verður flutt runt við tølunum, merkir at hækkaða normeringin bert eru sminkaði tøl, sum eru funnin í verandi tímajáttan.

Við at flyta runt í kontoum, í givnu fíggjarkarminum, skal nýggi raksturin verða sjálvfíggjaður.

Leingi hava vit funnist at og víst á, at veruligi trupulleikin er fíggingarleisturin hjá kommununi. Hesin leistur, har færri og færri peningur í veruleikanum er settur av til øki, upp etin av prístalsvøkstri og undarligum roknistykkjum.

Vit síggja, at ætlanin er at skerja á fleiri økjum.

Ætlanin er at spara uppá avloysaratímar, ið longu eru ov fáir á økinum. Ætlanin er at spara tímar vegna serligan tørv, við at betra eftirlit og minka um tørvin. At regulera fíggjarætlanina yvir eitt heilt ár í staðin fyri mánaðarliga merkir nokk, at “tímarnir” á gólvinum verða javnt lakkaðir.

Sparingin á dygdarmenning ávirkar ikki so nógv, tá tað longu er ein úttanfyristandandi uppgáva, meðan ein stór sparing er í væntu á rakstrarsíðuni, ein konto sum ikki er prístalsregulera í næstan øll árini, dagstovnaøki hevur verið kommunalt. Við øðrum orðum longu er skert.

Hetta boðar ikki frá góðum, og tykist uppskotið slett ikki taka hædd fyri veruligu avbjóðingunum á dagstovnaøkinum. Nú mugu politikararar steðga á og hugsa seg um.

Vit vita, at øll ynskja dagstovnaøkinum tað besta. Vit vita, at dagstovnaøkið hevur avbjóðingar.

Saman kunnu vit finna røttu loysnirna, børnunum, starvsfólkunum, foreldrunum og kommununi at frama.

Verandi ætlan ferð bert at skaða økið.

Pedagogfelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo