Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Tað eru umleið 40 mál til viðgerðar á býráðsfundinum, sum verður í býráðssalinum í Tórshavn í kvøld kl 18.

Talan er t.d. um mál um bátahyl í Kaldbaksbotni, flyting av valstaði á Argjum, integratiónssamskipan, golf, Klippfisk, listaráð, kommunulæknaviðtalur, skógfriðing, verkætlanir í bygdunum, ljósregulering, byggiloyvi í Nólsoy, útstykkingar, Gamlarætt og mangt annað.

Fundurin er almennur og byrjar kl 18. Fundurin verður stroymdur beinleiðis og kann síggjast HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo