Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Vinna

Lagt verður upp til, at hetta er vegurin fram í grein á netstaðnum hjá World Economic Forum har eisini ein listi av býum í Europa eru at síggja, sum líða mest undir ov ógvusligari ferðavinnu. Har verður millum annað staðfest, at íslendski høvuðsstaðurin, Reykjavík, er ímillum teir 10 býirnar, sum eru ringast fyri í so máta.

Greinin, sum tekur støði í átakinum hjá Visit Faroe Islands um at stongja ávís støð í Føroyum eitt vikuskifti, tí tey skulu viðlíkahaldast av sjálvbodnum ferðafólki, endar við orðunum: - Kanska vit í framtíðini fara at síggja fleiri lond fylgja Føroyum, sum her gongur á odda, við at biðja ferðafólkini sjálvi hjálpa til at viðlíkahalda støðini, sum tey vitja.

Í grein í Telegraph verður átakið hjá Føroyum eisini tikið fram saman við einum líknandi átaki í Tailandi, har gjørt er av at stongja ávís støð fyri ferðafólki, í øllum førum fram til á sumri 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo