Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

Tey liva longri, eru sunnari, hava minni kriminalitet, minni skatt, minni arbeiðsloysi og - nei, tað er ikki bankunum fyri at takka. Tey taka avgerðir lokalt og ikki sentralt, hava ongar trupulleikar av tilflytarum og eru sum heild nógv betri stillaði enn vit eru von við.

Berlingske Tidende hevur eina greinarøð, tey kalla "hvat kunnu vit læra av øðrum londum" og tað er Lars Tvede (myndin), sum er íverksetari, íleggjari og rithøvundur, og sum seinastu 22 árini hevur verið búsitandi í Sveis, sum skrivar hesaferð.

Ofta verður sagt, at tað eru sveisisku bankarnir, sum skulu vera fullir av skitnum pengum, sum skapa allan vælstandin. Men tað er púra skeivt, heldur greinaskrivarin, sum vísir á, at bankarnir standa bara fyri fýra prosentum av skattainntøkunum og bara tvey prosent av arbeiðsmegini starvast í bankunum.

Niðurstøðan hjá honum er, at tað er virkishugur og nýskapan hjá sveisarum sum ger landið so gott at búgva í.

- Lækkið skattin, miðspjaðið útbúgvingarnar og satsið uppá vinnuútbúgvingar, miðspjaðið umsitingina og latið pengarnar fylgja borgaranum og ikki stovnunum. Og setið tilflytarum krøv, so tey ikki kunnu hava sosialhjálp sum lívsstíl, er boðskapurin.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo