Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Ítróttur

Í bólkaspælinum í HM-endaspælinum, sum byrjar í næstu viku, skulu Danmark og Svøríki spæla ímóti ávikavist Peru og Meksiko. 

Í kvøld, í vinardystum undan HM-endaspælinum, vóru leiklutirnir hjá teimum báðum Norðurlondunum býttir um.

Svøríki spældi ímóti Peru í Gøteburg, meðan Danmark spældi ímóti Meksiko á Brøndby Stadion. 

Dysturin ímillum Svøríki og Peru endaði við málleysum javnleiki, meðan danir vunnu 2-0 við málum frá Yussuf Poulsen og Christian Eriksen í seinra hálvleiki.

Danmark skal spæla tann fyrsta dystin í HM-endaspælinum næsta leygardag ímóti Peru, meðan Svøríki skal spæla sín fyrsta dyst komandi mánadag ímóti Suður Korea.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo