Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Tónleikur

Sostatt eru øll Norðurlond uttan Finnland við leygarkvøldið, tá sjálv kappingin verður í Tel Aviv.

Tvær undankappingar hava verið, ein týskvøldið og ein í gjárkvøldið, har fleiri av luttakarunum vórðu sáldaðir frá, so tað nú eru tilsamans 20 luttakarar eftir.

Veddingarfyritøkurnar halda, at Niðurlond, Russland og Svøríki eru millum favorittarnar at vinna.

Grand Prix endakappingin verður í Tel Aviv í Ísrael í annaðkvøld. Tað stendur ikki á skránni hjá KvF, men tey sum síggja DR kunnu fylgja við har. Sendingin byrjar kl 21.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo