Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Vinna

Flestu danskarar vita og merkja at teir gjalda nógvan skatt. Og nú hava teir fingið pappír uppá, at Danmark hevur hægsta skattatrýst í heiminum.

Tað vísa nýggjastu tølini frá OECD sambært Børsen.

Altjóða felagsskapurin hevur júst almannakunngjørt tølini fyri 2016. Tey vísa at Danmark liggur ovast á listanum við einum skattatrýsti á 45,9 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Miðal fyri tey 35 OECD-londini liggur á 34,5 prosent.

Sambært búskaparfrøðingum, so gevur høga skattatrýstið danska búskapinum trupulleikar. Høgur skattur tarnar virkseminum og íløgum, og høga skattatrýstið minkar eisini um vøksturin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo