Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Tónleikur

Fyriskipararnir av Voxbotn kunnu í dag avdúka, at føroyski bólkurin Danny & The Veetos verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Voxbotn 2016, sum verður leygardagin 25. juni.

Danny & The Veetos bleiv stovnaður í 2013 og síðani tá hava teir verið nógv at hoyrt í Føroyum. Teir hava givið fleiri stakløg út, hava spælt á festivalum og havt havt konsertir runt í Føroyum. Eisini hava teir gjørt um seg í Grønlandi, har teir fyri kortum hava verið á konsertferð.

Beint undan jólum góvu teir jólalagið “Jólanætur” út og hetta varð nógv spælt á útvarpsrásunum. Størsta hittið hjá teimum er uttan iva “Sunnukvøld í Mai”, sum bólkurin gav út í fjør. 

Bólkurin er mannaður av Danny Baldursson, Páll Brim Joensen, Robert Waagstein, Jóhan Nolsøe, Símun Dam, Leivur Vitalis og Rúna Hentze, sum saman spæla lívsjáttandi pop-folk tónleik.

Umframt Danny & The Veetos hava fyriskipararnir longu avdúkað, at Mickey Thomas úr heimsakenda bólkinum Starship eisini verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall á ársins konsertdegi. Avtala er longu gjørd við eina rúgvu av bæði føroyskum og útlendskum spennandi nøvnum, sum fara at spæla á Voxbotn 2016. Hesi verða nú kunngjørd leypandi, so hvørt sum tað nærkast til Voxbotn.

Tað hevur verið útselt til Voxbotn øll árini - seinast fleiri vikur áðrenn Voxbotn byrjaði. Og eftir forsøluni at døma higartil verður væntað, at Voxbotn 2016 eisini verður útselt langt áðrenn tiltakið byrjar.

Atgongumerki í forsølu til Voxbotn 2016 fáast í Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo