Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Tað er tað góða við mati, at hann fer ongantíð av móta. Vit skulu øll hava mat í munnin, og tá talið á fólkum í heiminum bara veksur, so skuldi tað verið gott hjá eini fyritøku sum livir av at framleiða mat. Enntá sunnan og heilsugóðan mat, sum alsamt fleiri vilja eta.

Men vandi er í allari vælferð. Sjúkur kunnu koma, tøknin mennist, so áðrenn tú veit av ber til at ala á landi, og so fara kinesararnir í gongd. Ella fólk kunnu fara at eta okkurt annað heldur enn laks. Og so nevnir Aktionæren eisini tað, sum hent er í Føroyum, at politikararnir kunnu finna uppá at skatta topplinjuna, altso umsetningin, uttan mun til, um raksturin gevur vinning ella hall.

Men Bakkafrost er eitt so mikið gott pappír, heldur tíðarritið hjá donsku íleggjarunum (krevur hald), at mælt verður til at keypa partabrævið 'gradvíst' ella í smáum.

Tí eitt er tað, at stór bakkøst hava verið í kursinum. Og eitt er eisini tað, at kursurin leingi hevur ligið í leguni 300 - 350 norskar krónur, sum um íleggjararnir hava ivast í, hvønn veg tað ber. Men at partabrævið nú er brotið úr hesi leguni, og at kursurin í gjár endaði á tí hægsta nakrantíð kann vera eitt tekin um, at stórur vøkstur stendur fyri framman.

Steen Bech Andersen, sum hevur skrivað greiningina fyri aktionæren, eigur ikki sjálvur partabrøv í Bakkafrost. Hann viðmælir, at tú sum íleggjari keypir partabrøvini - men í smáum.

Les eisini: Bakkafrost sett nýtt met

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo