Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Vinnuhúsið: Danska stjórnin fer nú at leggja fram lógaruppskot, sum strikar minstamarkið fyri MVG-frítøku av smápakkum frá londum uttanfyri ES.

Tað stendur at lesa í lógarkataloginum hjá donsku stjórnini, sum varð almannakunngjørt fyrr í hesum mánaðinum[1].

Í Danmark er minstamarkið fyri MVG-frítøku 80 kr.

Vørur upp til 80 kr., keyptar á netinum frá londum uttanfyri ES, eru sostatt frítiknar fyri at rinda MVG í Danmark.

Í Føroyum er minstamarkið 300 kr.

Uppskotið frá danska skattamálaráðharranum merkir, at vørur keyptar á netinum og vørur keyptar úr donskum handlum frameftir verða javnsettar í MVG-lógini.

MVG skal nú rindast av øllum virðinum, líka mikið um vøran er keypt á netinum, ella um vøran er keypt umvegis ein danskan handilsdisk.

Við hesum uppskotinum setir Danmark ES-samtyktina í gildi, sum ásetir, at í seinasta lagi 1. januar 2021 skulu øll minstamørk fyri MVG-frítøku vera burtur í øllum ES-londunum.

[1] sí “Lovgivning, Folketingsområdet 2019/2020, oktober 2019”, síða 37

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo