Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Danskir fólkatingslimir vitja í Føroyum í hesum døgum.

Teir hava millum annað vitjað kommunur og landsmyndugleikar.

Eitt nú hava teir vitjað í Heilsumálaráðnum, har nýggi landsstýrismaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen tók ímóti.

Hann kunnaði um føroyska sjúkrahúsverkið og ætlanirnar hjá samgonguni um viðgerðartrygd.

Somuleiðis legði hann dent á, at hann beinanvegin fer at seta ferð á arbeiðið at dagføra donsku heilsulóggávuna í Føroyum. Hetta arbeiðið skal gerast í framhaldandi góðum samstarvi millum Heilsumálaráðið og danska heilsumálaráðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo